davur.net Just another WordPress weblog

20Feb/070

Singapore var forrestin feitt

Fyrstu dagarnar var eg einsamallur. Tað tíðina brúkti eg uppá at síggja sjónirnar so at siga. Eg var á heimsins fyrsta náttardjóragarði, eg var á vitjan í onkrum templum og onkrum moskum (ella hvussu tað eitur) og eg var og sá eina siamesiska tvillinga skjalbøku við tveimum høvdum og seks beinum í "the Chinese Garden".


scale="noscale" salign="l" wmode="transparent" flashvars="channel=144115188079831735" width="400" height="200"

name="flashticker" align="middle"/>
view all

Eftir 5 dagar einsamallur í hesum ókenda landinum kom mín lokala didda heim. Nú hevði eg lokalan guide og fyrsti túrurin hon tók meg á var til Orchard Road. Orchard Road er handils miðdepilin. Konufólk dáma at shoppa, hetta vita vit øll, ið Singapore er hetta ikki minni satt - Møguliga tvørturímóti. Okkara næsta útflugt gekk eisini til Orchard Road og tann triðja við.

Umframt at shoppa slapp eg allíkavæl eisni at møta nýggju svigarfamiljuni. Hetta er altíð stuttligt. Familjan var bara fitt, øll sum hon var. Daman hevur tvær systrar og tvey foreldur(løgi nokk). Tey búgva, sum flest øll í Singapore, í einum háhúsi. Við síðuna av hesum háhúsinum er sjálvandi ein svimjihylur. Har svam mangar longdir hendan mánaðan.

Jól í Singapore var uber-feitt. Jólamorgum var eg til jólaguðstænastu. Eftir tað, tá eg hevði fingið nokk av tí yvirdrivna hitanum, tók eg nakrar longdir í poolinum fyri at køla av --- Akkurát sum eini ganska almindulig jól heima á klettunum:P

Nýggjársaftan var eisini eitt sindur annarleiðis. Fýrverk er ikki lætt atkomuligt í Singapore, og sjálvt um tú fekk hendur á okkurt hevur tú sum privat persónur ikki lov at skjóta tað allíkavæl. So hvat fólk vanligvís gera er anntinn at fara til Marina Bay ella at fejra nýttár uttan fýrverk. Marina Bay er hvar "kommunumennirnir" skjóta sítt fýrverk. Har standa fleiri 100.000 fólk sum sild í sildatunnu og hyggja at, meðan kommunumennirnir eru teir einastu sum sleppa at skjóta. Mítt árskiftið var feirað við eini rimmar familju sammenkomst í massar av mati, majong og beybi larmi. Ein kinesisk familjuveistla í eini standard 3 kamars íbúð minnur nú eisini eitt sindur um sild í sildatunnu, men stuttligt var tað allíkavæl.

Í nýggja árinum gjørdu vit eina síðstu útferð áðrenn vit flugu aftur til Melbourne. Hetta var ein super dagur við tí bestu útsigtini Singapore hevur at bjóða. Vit fóru til Sentosa Island. Hetta er ein heimagjørd oyggj við ymsum aktivitetum og eini strond. Tann besti mátin at koma til hesa oyggj er í einum línuvogni. Harfrá tóku vit "Luge" banan oman á strondina. Har slappa vit so av eina løtu. Hareftir (eftir at hava hungi frá frá eini líni tvær ferðir fyri at koma av aftur oynni) fóru vit til high-tea á Equinox, ið liggur á 70. hædd og hevur eina tí bestu útsigtina eg hava sæð til dags dato. Tað at alt hetta var planlagt av frúnni sjálvari, og at hon hevur garvilt hæddarskrekk, gjørdi hendan dagin til tann absolut stuttligasta/besta dagin av allari ferðini.

blog comments powered by Disqus