davur.net Just another WordPress weblog

30Dec/080

Árið, ið fór

Nú er enn eitt ár um at vera liðugt. Eitt sindur av hvørjum fór framm í hesum, nú skjótt farna, árið. So nú, haldi eg, tað er so passaligt at taka samanum.

Eg fór niður aftur til La Trobe at taka eitt sokallað Honours ár.

Fyrsta semestari skuldi nógv hart arbeiði til fyri at seta saman eina 20 síðu ritgerð, um hvussu vit møguliga kunnu gangnýta SSD og HDD lið um lið í frammtíðini.

Eg helt vetrarferðiuna í Singapore hjá Hui Hui. Vit vóru eisini nakrar dagar á teimum hvítastu strendunum í sólríka Malaysia. Hóast alt hetta var gott og væl, varð avgjørt at vit bæði ikki vóru meint at vera. So tann era-in endaði har.

Aftur á skúlanum hevði eg nú 4 mánaðar at gera mínar 20 síður til 60 síður. Hóast eg hevði nokk at gera við tí, møtti eg eisini Jackey. Tað er løgi sum ting henda onkuntið. So hevði eg knappliga nakrar færri tímar um vikuna/dagin at arbeiða uppá ritgerðina.

Ritgerðin bleiv liðug sera last-minute, men hon var opinbart góð allíkavæl. Eg átti 5. bestu ritgerðina í teldufrøði í La Trobe í 2008.

Nakað eg havi hugsa nógv um síðstu mánaðarnar er, at tað liggur rættuliga væl fyri hjá mær at studera. Mær dámar eisini væl at gera tað. So hví ikki nøkur ár afturat? Eg søkti um møguleika at taka Ph.D. grad her á universitetinum. Tað kostar einki at søkja. Svarið eg fekk aftur var okkurt í rætning av: "Ja, kom og ger eina Ph.D. ritgerð hjá okkum og vit geva tær $20.000 um árið". Eg havi nakrar dagar afturat at umhugsa næsta stigið (hóast tað er og verður ja).

Jólini í ár vóru míni fyrstu í Melbourne (Ája, forsinka gleðilig jól øll somul). Jólini byrjaðu við einum túrið á strondina við Jackey jólaaftans morgum og seinni grillaðu vit við vinfólkum og Ris a la Mande omaná. Eini ganska almindulig jól aftur í ár.

Samanumtikið allarmest eitt gott ár.

Filed under: blog Leave a comment
Comments (0) Trackbacks (0)

No comments yet.


Leave a comment

You must be logged in to post a comment.

No trackbacks yet.