davur.net Just another WordPress weblog

10Dec/060

Farin til Singapore

Eg gjørdi av at fara til Singapore at halda ferðiu, jól og nýggjár. Tað varð avgjørt í síðstu løtu og var tí ikki so lætt at fáa bíligar ferðaseðlar tætt upp undir jól. Tað vísti seg at vera bíligari at flúgva fyrr og gjalda fyri eina song a einum vallara heimi i nakrar dagar, enn at útseta flogferðina. Av hesu orsøk fleyg eg longu i gjár, háast Hui Hui fyrst flýgur tann 15. Tá Hui Hui kemur higar flyti eg inn hjá henni og 'svigerforeldrunum'. Guð viti hvussu tað verður. Fyrst fari eg at gera tey vanligu tingini, krabbagoggur gera her í Singapore.

Eg flúgvi aftur til Melbourne tann 4. januar, so til tá veri eg sverur at fáa orð á. Møguliga fái eg mær eitt singaporskt fartelefon nummar; í so fall leggji eg tað inn á 'samband' síðuna.

12Aug/060

Transit í Keypmannahavn

Á vegnum niður aftur stegðaði eg á í Keypmannahavn eina nátt, har eg, Tina, lillebror og ein vinmaður hansara vitjaðu skarv. Sum man nú ger, sum føroyingur á flatlondum.

4Jul/060

Heimferðin

Seinnapart tann 27. juni vóru royndirnar endiliga av á hesum sinni. Royndirnar gingu faktiskt heilt ok, men í næstan ein mánað helt eg at eg hevði dumpa alisfrøðina. Skúlin hevði hevði umrokera faki rættuliga nógv og hevði av onkrari orsøk gjørt uppgávurnar alt ov torførar. Men hóast eg veit at eg ikki kláraði 50% av uppgávunum fekk eg 60 stig (60%), so tey hava nokk valt at broyta vektina eitt sindur - jippii. Karakterirnir hesaferð sóu soleiðis út:

  CSE21COR   COMPUTER ORGANISATION    70   

B

CSE21DB DATABASE SYSTEMS 86 A

CSE21NET DATA COMMUNICATIONS AND NETWORKS 85 A

MAT21AVC VECTOR CALCULUS 77 B

MAT21LA LINEAR ALGEBRA 81 A

PHY11ENG ENGINEERING PHYSICS 60 C

Eftir at hava chillað á skúlanum í eina viku (Líka burtursæð frá at feira endan av semestarinum eitt sindur), gekk leiðin heimeftir. Ferðin gekk bara væl, men hon var heldur long hesaferð. Eg hevði gjørt tað býtta at bestilla mær ein ferðaseðil frá FaroeJet bara tí at hann var bíligari har. Ikki hevði eg hugsa um at tað at brúka FaroeJet hevði við sær eina laanga bíðitíð í Kastrup, ímeðan 2 Atlantic flogførð komu og fóru. Tað er bara býtt so lati vera við tí. 6 tímar transit í Danmark (kl.9 til 15) fyri 200kr, ella hvat tað var, er ikki vert tað tá man er ov móður at fara inn á stroyði. Umframt tað so gekk leiðin frá Vágunum til Hanvar heldur ikki heilt uttan trupulleikar. Líka áðrenn vit komu til rundkoyringina í Hoyvík exploderaði bussurin, ella onkrar luftpútur brustu síðuna av bussinum og vit máttu bíða eftir mini-bussum at koyra okkum restina av vegnum.

Ein strævin túrur má eg siga.